TAKS herðir mannagongd viðv. tolling av vøru
Frá 1. november 2020 skulu allar útflýggjaðar vørur, verða tollavgreiddar í seinasta lagi 14 dagar aftaná at vøran kom til landið. TAKS hevur boðað flutningsfeløgunum, at tey frá 1. november seta eina null-toleransu í verk, tá tá snýr seg um tolling av vøru. Hetta merkir, at hvør einstøk eftirstøða hevur við sær eina sekt áljóðandi kr. 2.000,-. Faroe Express mælir øllum kundum til at seta seg inn í rundskrivið frá TAKS TænastaVit avheinta, senda og bera út – tað veri seg sjófrakt ella flogfrakt. Vit avgreiða toll og skjøl. Vit gera snarsendingar frá hurð til hurð og skundflutning úr heimi í heim.
Er talan um bústaðarflyting, so lat tá okkum traðka til. Vit taka okkum av ferðagóðsinum, so tú tryggjar tær, at alt kemur fram í øllum góðum. Vit flyta ferðagóðsið sjóvegis; tað er tryggari – og so er tað eisini munandi bíligari fyri teg. SerflutningurVit hava drúgvar royndir við at flyta vørur, ið krevja serlig atlit í mun til hita og kulda, ljós, ristingar og fukt. Nevnast kann køliflutningur, t.e. matvørur og aðrar frystivørur. Eisini flyta vit viðkvæmar vørur, so sum listaverk, ljóðføri og vørur til heilsuverkið: heilivágur, tøkni og aðrir eykalutir. Vit hava eisini drúgvar royndir sum logistikk veitari til oljuvinnuna.
TollavgreiðslaØll vøra til og úr Føroyum skal tollavgreiðast, og hetta er torført arbeiði, sum krevur serkunnleika. Reglugerðir, tollkotur og tariffir kunnu vera ørkymlandi, og feilir í skjølum kunnu gerast dýrir. Haraftrat kann vøra verða afturhildin og seinkað. Vit hava drúgvar royndir og bjóða okkum at gera alla tollavgreiðslu fyri teg.
VøruhotelLTÍN EGNA GOYMSLA Á KAIKANTINUM – TRYGGARI OG MINNI STRÍÐ
Vøruhotellið hóskar væl til fyritøkur, ið ikki ynskja at hava egna goymslu ella stríðið av at pakka og bera út til kundarnar. Vit átaka okkum at gera hetta fyri teg. Einasta, tú tá skalt gera, er at senda okkum eini boð við upplýsingunum; so fær kundin skundisliga tað, hann hevur bílagt frá tær. Tænastan umfatar alt pappírsarbeiði, so sum tollavgreiðslu, faktura og at seta nýggj merki á pakkarnar. Lat okkum handfara vørurnar fyri teg. Tað loysir seg, tí tú sparir stríðið og kostnaðin av at hava egna goymslu og umsiting. Stutt sagt: Tað er bæði tryggari og bíligari. Vit taka okkum av
Av tí at okkara pakkhús er tollgoymsla (stendur á fríøki), kunnu vit bjóða , at vøran ikki verður tollað, fyrr enn hon verður koyrd út til tykkara. Harvið kunnu tit bíða við at gjalda tollin, til beint áðrenn tit selja vøruna. Opið er yrkadagar frá kl. 08 til 16. Harumframt er ein døgntænasta, so til ber at bera vørur út 24/7 aftur fyri eitt eyka umsitingargjald. |