Kom við á Føroya størstu og einastu stafett renning!
Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú á www.atgongumerki.fo. Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafett renning á havnarlagnum í Havn leygardagin 27. august. Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið. Havnarlagið í Havn verður á tremur við aktiviteti, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum. Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum. Seinasta freist at melda til er 17. august. |